Talva Ahmads
Hann er Kongurin, hin Alvitandi, hin Vísi.
Hoyr, Náttargali Paradísins syngur uppi á kvistinum á Træi Ævinleikans, við heiløgum og søtum løgum, yvirlýsandi fyri teimum reinmeintu tey fróu tíðindini um nærveru Guds, kallandi tey ið trúgva á ta Guddómiligu Eindina til skálan av Hjáveru hins Gávumilda, upplýsandi tey fráskildu um boðskapin sum er opinberaður av Gudi, Konginum, hinum Dýrdarliga, hinum Makaleysa, vegleiðandi tey elskandi til sæti heilagleikans og til hendan skæra Fagurleikan.
Sanniliga er hetta hin Mest Mikli Fagurleikin, spáddur um í Bókum Boðberanna, ígjøgnum Hvønn sannleiki skal verða skildur frá villu og vísdómurin í hvørjum boði skal verða royndur. Sanniliga er Hann Træ Lívsins ið elur fram fruktir Guds, hins Upphevjaða, hins Máttuga, hins Mikla.
O Ahmad! Ber tú vitnisburð um at Hann sanniliga er Gud, og eingin Gud er uttan Hann, Kongurin, Verjin, hin Ósamanberiligi, hin Almáttugi. Og at Tann Eini ið Hann hevur sent, ‘Alí á navni, var tann Sanni frá Gudi, Hvørs boðum vit øll laga okkum eftir.
Sig: O fólk verið lýðin móti fyriskipanum Guds, sum eru vorðnar álagdar í Bayánini av hinum Dýrdarliga, hinum Vísa. Hann er sanniliga Kongur Boðberanna og bók Hansara er Uppruna Bókin, høvdu tit bert vitað.
Soleiðis ber Náttargalin upp á mál Sítt kall til tín úr hesum fangahúsi. Hann skal bert veita henda greiða boðskap. Hvør enn ið ynskir tað, lat hann venda sær frá hesum ráðum og hvør enn ið ynskir tað lat hann velja vegin til Harra sín.
O fólk, um tit avnokta hesi vers, við hvørjum prógvi hava tit tá trúð á Gud? Leggið tað fram, O samkoma av følskum.
Nei, við Tann í Hvørs hond mín sál er, tey eru ikki, og fara aldri at vera før fyri tí, sjálvt um tey høvdu lagt saman til tess at hjálpt hvørjum øðrum.
O Ahmad! Gloym ikki Mínar náðigávur meðan Eg eri burturi. Minst í tínum døgum til Mínar dagar, og Mína sorg og útlegd í hesum fjarskotna fangahúsi. Og ver tú so stinnur í kærleika Mínum at hjarta títt ikki skal sløðra, enntá hóast høggini frá svørðum fíggindanna regna niður yvir teg og allir himlarnir og jørðin reisast ímóti tær.
Ver tú sum elds logi móti Mínum fíggindum og sum á av ævigum lívi fyri Míni elskaðu, og ver ikki ein teirra ið ivast.
Og um tú verður fyri líðingum á Mínum vegi, ella eyðmýking fyri Mína skuld, so lat teg ei nerva av tí.
Lít á Gud, tín Gud og Harra fedra tína. Tí fólkið reikar eftir gøtum villingarsjónar, uttan skynsemi til at síggja Gud við sínum egnu eygum, ella hoyra Hansara Songlag við sínum egnu oyrum. Soleiðis hava Vit funnið tey, sum tú eisini ert vitni til.
Soleiðis er teirra pátrúgv vorðin til slør millum tey og teirra egnu hjørtu og hevur hildið tey frá gøtu Guds, hins Upphevjaða, hins Mikla.
Ver tú í sjálvum tær vísur í at sanniliga, hann ið vendir sær burtur frá hesum Fagurleika hevur somuleiðis vent sær frá fortíðarinnar Boðberum og vísir stoltleika ímóti Gudi frá øllum ævum til allar ævir.
Lær hesa Talvu væl, O Ahmad. Tjanta hana í tínum døgum og halt teg ikki frá tí. Tí sanniliga, Gud hevur fyriskipað fyri tann ið tjantar hana, samsýning hundrað pínslavátta og eina tænastu í báðum heimum. Hesar vælvildir hava Vit givið tær sum gávu frá Okkum av og miskunn frá hjárveru Okkara, at tú kanst vera ein teirra ið eru takksom.
Við Gud! Skuldi ein ið er raktur av líðing ella sorg lisið hesa Talvu við avgjørdum reinlyndi, so fer Gud at burturbeina hansara syrgni, loysa hansara trupulleikar og fáa hansara líðingar at hvørva.
Sanniliga, Hann er hin Miskunnsami, hin Samkennandi. Lovaður veri Gud, Harrin yvir øllum heimunum.