Prayers & Meditations

Faroese · Bahá'u'lláh

Add range:
Eg bøni Teg, O Gud mín, við Títt mest upphevjaða Orð ið Tú hevur fyriskrivað sum tann Guddómliga Heilivágin fyri øll sum eru í Tínum ríki, Heilivágurin, ígjøgnum hvørs dygd málmur mannalívsins er vorðin umbroyttur til reinasta gull, O Tú í Hvørs hondum liggja bæði tey sjónligu og ósjónligu kongaríkini, um at fyriskriva at mítt val samsvarar Tínum vali og mítt ynski Tínum ynski, at eg kann vera fullkomiliga nøgdur við tað ið Tú ynskti, og vera fullvegis nøktaður við hvat Tú tilætlaði mær gjøgnum Títt gávumildni og Tína vælvild. Mentur ert Tú at gera sum Tú vilt. Tú ert, heilt av sonnum, tann Aldýrdarligi, tann Alvísi.

Naw-Rúz er tann fyrsti dagurin á Baha’i árinum.

Prísaður veri Tú, O mín Gud, at Tú hevur fyriskipað Naw-Rúz sum eina høgtíð fyri tey ið hava hildið føstuna av kærleika fyri Tær og afturhildið seg frá øllum tí sum er Tær andstygd. Gev, O mín Harri, at eldur kærleiks Tíns og hitin framleiddur av føstuni áløgd av Tær kann seta tey í loga í Søk Tínari, og fáa tey at gerast upptikin av Tínari lovprísan og av minning um Teg.

Síðani Tú hevur skrýtt tey, O mín Harri, við skrúði føstunnar fyriskrivað av Tær, prýð Tú tey eisini við prýði góðtøku Tínar, gjøgnum Tína náði og gávumildu vælvild. Tí gerðir manna eru heftar av Tínari góðfragd, og eru treytaðar av Tínum boði. Skuldi Tú áskoðað tann ið hevur brotið føstuna sum ein ið hevur hildið hana, ein slíkur maður hevði verðið roknaður millum teirra ið frá ævinleika altíð høvdu hildið føstuna. Og skuldi Tú ásett at hann ið hevur hildið føstuna hevur brotið hana, tann persónur hevði verðið taldur millum slík ið hava fingið Klædning Tínar Opinberingar at dálkast við dusti, og hevði verið fjart fluttur frá hinum kristallkendu vøtnum av hesari livandi Keldu. 

Tú ert Hann gjøgnum Hvønn bannarin “Verdigur at prísa ert Tú í verkum Tínum” er breiddur út, og merkið “Aktaður ert Tú í Tínum boði” er vundið upp. Ger kent hetta stig Títt, O mín Gud, fyri tænarum Tínum, at teir kunnu verða gjørdir varugir við at hátign alla luta er heft av boðum Tínum og orði Tínum, og dygd alla gerninga er treytað av loyvi Tínum og teirri góðu fragd vilja Tíns, og kunnu viðurkenna at teymar mannagerninga eru hildnir í taki góðtøku Tínar og boðorðs Tíns. Ger hetta kent fyri teimum, at einki yvirhøvur kann steingja teir úti frá Tínum Fagurleika, í hesum døgum har Kristus mælir: “Alt harradømi er Títt, O Tú Framalari Andans (Jesusar)”; og Vinur Tín (Mohammed) rópar út: “Dýrd veri Tær, O Tú tann Hægst- Elskaði, fyri at Tú hevur avdúkað tín Fagurleika, og skrivað niður fyri Tínum útvaldu hvat skal fáa tey at náa fram til sætið av opinbering Tíns Mest Mikla Navns, gjøgnum hvørt øll fólk hava venað seg uttan slík ið hava loyst síni bond frá øllum øðrum uttan Tær, og miðað seg móti Honum Sum er Opinberarin av Tær og Sjónliggerðin av øllum Tínum eginleikum.” 

Hann Sum er Grein Tín og alt Títt fylgi, O mín Harri, hava hendan dag brotið føstu sína, aftaná at hava hildið hana innan fyri umráði garðs Tíns, og í sínum ivri at gleða Teg. Fyriskipa Tú fyri Honum, og fyri teimum, og fyri øllum slíkum ið eru komin inn í nærveru Tína á hesum døgum alt tað góða Tú tilætlaði í Bók Tínari. Veit teimum, so, tað ið verður teimum at gagni, í bæði hesum lívi og í lívinum hinumegin. 

Tú ert, av sonnum, tann Alvitandi, tann Alvísi.
O Tú Hvørs andlit er mið mínar dýrmetingar, Hvørs fagurleiki er mítt halgistað, Hvørs bústaður er mítt mál, Hvørs lovprísan er mín vón, Hvørs forsjón er mín felagi, Hvørs kærleiki er orsøk tilveru mínar, Hvørs nevning er mín troyst, Hvørs nærvera er mín tráan, Hvørs hjávera er mítt hægsta ynski og størsta stremban, eg bøni Teg um ikki at afturhalda frá mær teir lutir Tú ásetti fyri hini útvaldu millum tænarar Tínar. Búgv meg út, so, við tí góða av hesum heimi og av hinum næsta. Tú, sanniliga, ert Kongur yvir øllum monnum. Eingin Gud er uttan Tú, tann Ævinliga-Fyrigevandi, tann Mest Stórtøkni.

At siga fram eina ferð hvørjar 24 tímar, millum middag og sólsetur.

Eg vitni, O Gud mín, at Tú hevur skapað meg til at kenna Teg og tilbiðja Teg. Eg sanni, í hesari løtu, mítt máttloysi og Tína megi, mína fátækt og Títt ríkidømi.

Eingin annar Gud er uttan Tú, Hjálpin í Neyðini, tann Sjálv-Uppihaldandi.